Lívligt Silvaland til børnini

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
Bubu2018590x324

Lívligt Silvaland til børnini

Í tríggjar dagar frá klokkan 15-20 bjóðar Silvaland føroyskum festivalbørnum spennandi og gott undirhald. Í ítróttarhøllunum í Klaksvík vera hoppiborgir, ballónrúm, stórir boingbóltar, andlitsmáling, teknistova, stuttlig toydýr, framførslur, livandi sangur og tónleikur, kappingar, klovnarí, skemt og dámlig samvera.

Við høvuðsinngongina til badmintonhøllina verður spælipláss, súkklubreyt og ríðing á føroyskum rossum.

Silvaland fevnir um báðar ítróttarhøllirnar, umframt súkklu og spæligarðin uttanfyri, og øll sum hava armband til Summarfestivalin kunnu spæla, súkkla, dansa, hoppa, flenna, ganga runt, njóta tónleikin og hugna sær á staðnum, sum einum lystir. Børn upp til 5 ár sleppa ókeypis í Silvaland.

Hvat kostar?
Í Føroya størsta og hugnaligasta spælilandi fæst eisini ymiskt leskiligt at drekka og til matna til sera sámuligar prísir. Børn kunnu eisini fáa andlitsmáling, gera hár og annað fitt og festligt, har prísurin er millum 10 og 20 krónur, alt hvør viðgerðin er. Túrurin á føroyskum rossabaki kostar 20 krónur. Aðrastaðni á festivaløkinum eru eisini dýrari aktivitetir, so sum 3 D biogafur og elastikkhopp, sum ikki eru partur av Silvalandinum.

*****

Silvaland – skrá

Hósdagin 9. august
Kl. 14.30: Karneval og skrúðgonga. Við Silva og Bubu á odda fara vit úr Klaksvíksgarðinum heim ígjøgnum býin til Badmintonhøllina, har festlig móttøka verður.
Kl. 15.00: Silvalandið letur upp
Kl. 15.15: Skemt og dansibólkurin 5, 6, 7 og 8
Kl. 17.00: ÆVINTÝRAFERÐIN
Kl. 19.00: Løkin Band
Kl. 20.00: Góða nátt

Fríggjadagin 10. august
Kl. 15.00: Silvalandið letur upp
Kl. 15.15: Jassarnir
Kl. 17.00: ÆVINTÝRAFERÐIN
Kl. 19.00: BUBU og Løkin Band
Kl. 20.00: Góða nátt

Leygardagin 11. august
Kl. 15.00: Silvalandið letur upp
Kl. 15.15: Trølla Pætur og Trølla Omman
Kl. 17.00: ÆVINTÝRAFERÐIN
Kl. 19.00: Løkin Band
Kl. 20.00: Góða nátt – og takk fyri hesaferð!