Lukas Graham syrgdi fyri fyrsta brakinum

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
LukasLidugur580x324

Lukas Graham syrgdi fyri fyrsta brakinum

Popparin spældi eina framúr konsert á Vágsbøi

Áhugin var stórur, og spenningurin helst enn størri, tá ið Lukas Graham fór á stóra pall á Vágsbøi í kvøld.

Stór áhoyrarafjøld var savnað til konsertina, og Lukas Graham hevði sera gott tak á fólkamongdini.

Fyrst og fremst vísti Lukas Graham, at hann er fantastiskur sangari, og hann prógvaði eisini, at hann dugir sera væl at framføra og fáa samband við fólkið.

Fólk livdu við framførsluni, sungu væl við, skrálaðu og róptu, og Lukas Graham var imponeraður av móttøkuni.

- Tit rópa og syngja harðari enn 35.000 fólk í Danmark, segði Lukas Graham.

Bólkur spældi framúr væl, og stjørnan hetta kvøldið, Lukas, var tryggur oddamaður fyri framførsluni.

- Eg komi skjótt aftur, segði Lukas Graham, áðrenn hann fór av pallinum.