Lukas Graham tekur øll á bóli

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
LukasGrahamAlbum590x324

Lukas Graham tekur øll á bóli

Í dag er nýggj útgáva komin frá Lukas Graham.

Fólk vistu ikki av, at væl umtókti poppsangarin hevði innspælt eina nýggja útgávu, og tí kom tað sum eitt ordan yvirraskilsi, tá ið boðini bórust í morgun.

Nýggja útgávan hevur somu kápumynd sum tann fyrsta hjá Lukas Graham, tí verður nú sipað til hesa útgávuna sum Bláu útgávuna.

- Málið við nýggju sangunum er at fáa fólk at flenna, dansa og gráta – alt innan ein tíma, sigur Lukas Graham.

Lukas Graham hevur annars gjørt sáttmála við Warner í USA, men hendan nýggja útgávan er ikki til tann marknaðin. Hon verður givin út í Danmark og ivaleyst eisini Týsklandi, har Lukas Graham hevur verið væl umtóktur.

Lukas Graham spælir á Summar Festivalinum í august.