Marius Ziska verður við

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
Marius590x324

Marius Ziska verður við

Dugnaligi sangskrivarin og bólkur hansara spæla á landsins størsta tónleikatiltaki.
Hans Marius Ziska telist millum dugnaligstu føroysku sangskrivararnar, og tónleikurin hjá honum er høgt í metum bæði heima og burturi.
Hans Marius kom fram sum tannáringum í bólkinum Flux, sum luttók í Prix Føroyum. Bæði tá og nú hava frálíku løgini hjá honum verið í miðdeplinum í tónleikinum, hóast tónleikaliga úttrykkið er broytt nógv síðani aldarsskiftið.
Marius Ziska kann metast sum singer/songwriter, hóast tónleikurin flytur seg millum fleiri sjangrur. Hans Marius hevur eina framúr góða rødd, sum veruliga ber tónleikin og úttrykkið hjá bólkinum.
Marius Ziska spælir javnan uttanfyri Føroyar, og her heima leita nógv fólk til hansara framførslur.
Marius Ziska verður við á Summar Festivalinum, sum verður hildin í Klaksvík í døgunum frá 6. til 8. august.