Nú ber til at keypa tjaldpass

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
TjaldingarPass590x324

Nú ber til at keypa tjaldpass

Tjaldingin á Summar Festivalinum verður aftur í ár mitt á festivaløkinum

Summar Festivalurin kann nú boða frá, at tjaldingin á árins festivali verður aftur mitt á festivaløkinum – á sama staði, sum hon var í fjør.

Nýggja tjaldøkið, sum liggur á Akursmørk í miðbýnum í Klaksvík, hevur roynst sera væl, og tí verður hetta økið aftur í ár latið tjaldarunum at ráða yvir.

Fyri at sleppa inn á tjaldøkið krevst serligt tjaldpass, og tað kann nú keypast á her heimasíðuni og í Telebúðum.

Tjaldøkið verður býtt upp, so at bæði ungdómar og familjur kunnu tjalda upp á sínar treytir.

Umframt møguleikan at gista í tjaldi verður eisini skipað fyri ymiskum tilboðum til tjaldararnar – eitt nú heitir pottar, matsøla og framførslur.