Nú er forsølan byrjað

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
Solanbyrjar2016590x324

Nú er forsølan byrjað

Fyrstu 2000 vikuskiftispassini til Summar Festivalin 2016 verða nú seld fyri bert 750 krónur. Tá ið hesi atgongumerki eru seld, hækkar prísurin.

Summar Festivalurin 2016 verður hildin dagarnar 4. til 6. august, og nú ber til at tryggja sær pláss á landsins størsta tónleikatiltaki.

Vikuskiftispass kunnu keypast í Telebúðum kring landið og online her á heimasíðuni.

Summar Festivalurin hevur fingið nýggja billettskipan, og nú skulu fólk, sum keypa vikuskiftispass umvegis okkara heimasíðu, sjálvi prenta vikuskiftispassið út. Á vikuskiftispassinum er ein serlig koda, sum verður skannað, tá ið fólk skulu skifta atgongumerkið um við armband. Hendan kotan kann sjálvandi bert brúkast til eitt vikuskiftispass.