Nú kemur Toto á Vágsbø

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
toto590x324a

Nú kemur Toto á Vágsbø

Summar Festivalurin kunnger í dag fyrsta høvuðsnavnið til festivalin 2017. Amerikanski superbólkurin Toto, sum hevur havt ótejlandi heimshitt síðani 80’ini, spælir á Vágsbøi í august næsta ár.

- Toto er ein av yndisbólkunum hjá føroyingum og passar væl til Summar Festivalin. Tónleikaliga eru teir eru á høgum altjóða stigi, teir hava nógvar kendar sangir, og so hava teir eisini sjálvir veruliga ynskt at koma til Føroya at spæla. Summar Festivalurin hevur pall á altjóða stigi at hýsa teimum, og tí letur hetta seg gera, sigur Erik Biskopstø.

Bólkurin Toto var stovnaður í Los Angeles í USA seint í 1970’unum, og í 1980’unum taldist Toto millum størstu rockbólkar í heiminum. Teir hittaðu um allan heimin við sangum sum Africa, Hold The Line, Rosanna, I’ll Be Over You, Stop Loving You og Pamela. Í 1983 var Toto heili 7 Grammy heiðurslønir, og tað var ein staðfesting av høga listarliga og tøkniliga støðinum hjá bólkinum, sum blandaði ymiskar tónleikastílir og fekk alt at ganga upp í hægri eind við stórslignum rockhittum.

Manningin í Toto er nú Joseph Williams, Steve Lukather, David Paich og Steve Porcaro. Saman við teimum spæla fleiri aðrir tónleikarar á konsertunum, sum teir hava kring heimin.

Summar Festivalurin 2017 verður hildin í døgunum frá 10. til 12. august, og Toto spælir á Vágsbøi leygarkvøldið 12. august.