Nú verður tað!

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
NuVerdurTad590x324

Nú verður tað!

Lukas Graham spælir á landsins størsta tónleikatiltaki í kvøld.

Í kvøld kl. 20.00 verður fyrsta konsertin á ársins Summar Festivali. Annika Malunardóttir fær heiðurin at seta hol ársins Summar Festival, og í kvøld verða eisini konsertir við Lukas Graham, Marius, Kristel Lisberg, Byrta og Hanus G. Johansen.

Hetta er tólvtu ferð, at Summar Festivalurin verður hildin. Festivalurin í Klaksvík hevur ment seg til at verða størsta tónleikatiltak í landinum, og aftur í ár verður roknað við sera nógvum fólki.

Stóra navnið á skránni í kvøld er poppsangarin Lukas Graham, sum er eitt tað heitasta navnið á okkara leiðum í løtuni. Lukas Graham spælir á Vágsbøi kl. 22.00 í kvøld.

Fyrireikararnir heita á fólk um at fáa sær armband á handliðið í góðari tíð, tí vanliga eru bíðirøðir at sleppa inn á festivaløkið, tá ið fyrsta stóra konsertin verður. Armbond fáast á Torginum í SMS í Havn, Telebúðini í Klaksvík og hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík og í Fuglafirði.

Tjaldingarøkið letur upp kl. 15.00, og tá letur Silvalandið í Badmintonhøllini eisini upp.