Nýggj poppvón kemur á Vágsbø

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
HighasaKite590x324

Nýggj poppvón kemur á Vágsbø

Stóru europeisku festivalarnir hava sent boð eftir HighasaKite, og nú koma tey eisini á Summar Festivalin.

Tey eru nakað av tí mest spennandi í altjóða poppumhvørvinum í løtuni, og veruliga gjøgnumbrotið er á veg. Teirra nýskapandi og hugtakandi popptónleikur hevur fingið vind í seglini, og í heimlandinum Noregi eru tey tann nýggja vónin. Europeiskir festivalar sum Glastonbury og Roskilde hava sett tey á plakatina, og í heyst skulu tey á umfatandi konsertferð í USA.

Summar Festivalurin er sera fegin um, at tað hevur eydnast at fáa HighasaKite at spæla á festivalinum í ár.

- Í fjør bjóðaðu vit okkara gestum Lukas Graham, sum síðani er blivin ein heimsstjørna. Nú kunnu fólk uppliva tað næsta stóra, HighasaKite úr Noregi, siga fyrireikararnir av Summar Festivalinum.

HighasaKite hevur fingið framúr ummæli fyri útgávuna Camp Echo, sum kom út í mai mánaði.

- Um tú hevur mist trúnna uppá popptónleik, so vísir HighasaKite tær ljósið, skrivaði norska Dagbladet í ummæli, har HighasaKite fekk besta skoðsmál.