Tausen-tónleikarar avloysa Lenu vegna forfall

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
OliJudy590x324

Tausen-tónleikarar avloysa Lenu vegna forfall

Lena Anderssen hevur givið avboð til Summar Festivalin, og í staðin spæla Tausen-fólk

Lena Anderssen skuldi hava fyrstu konsertina á ársins Summar Festivalin, men hon hevur verið noydd at geva avboð vegna sjúku.

Í staðin verða tað so Tausen-ættarfólk, ið fara at spæla í Tjaldinum kl. 20:00 í kvøld.

Í vikuni var hátíðarhald í sambandi við, at 100 ár eru liðin síðani, at fyrstu niðursetufólkini komu til Runavíkar. Millum eftirkomararnar hjá Haldu og Hans Tausen eru nógvir gávuríkir tónleikarar, og í sambandi við hátíðarhaldið høvdu Tausen-fólkini ein framúr góða konsert í Løkshøll.

Nú rykkja tey úr Runavík og til Klaksvíkar at spæla konsert í kvøld. Millum tey, sum kunnu upplivast á konsertini í kvøld, eru Óli & Judy, Guðrið Hansdóttir, Fróði Hansen og fleiri.

Summar Festivalurin takkar Tausen-tónleikarunum fyri, at tey við stuttum skoðbrái vildu traðka til í kvøld.