Pallur í serflokki

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
Pallur2016590x324

Pallur í serflokki

Eingin pallur í Føroyum kann samanberast við stóra pall á Summar Festivalinum.

Summar Festivalurin hevur seinnu árini hýst teimum størstu konsertunum her á landi, og til tað krevst pallur og útgerð á altjóða stigi.

Nú er vanligt at tosa um stóra pall til tey ymisku tiltøkini í Føroyum, men eingin annar pallur í Føroyum kann samanlíknast við stóra pall á Vágsbøi. Pallurin er risastórur, og hann er á tremur við nýggjastu ljóð- og ljósútgerð.

Ljóðtøkni er veitari av ljóði og ljósi til Summar Festivalin, og fyritøkan letur gjøgnum útlendskar og føroyskar samstarvspartar alla neyðuga útgerð og vitan til pallarnar.

Krøvini frá teimum útlendsku bólkunum kunnu verða krevjandi, men Summar Festivalurin setur stóra heiður í at veita bólkunum tað, sum teir biða um. Tað er eisini hetta, sum ger tað gjørligt hjá Summar Festivalinum at leggja pall til konsertir við heimsstjørnum sum Cliff Richard, The Scorpions, Westlife, Roxette Lukas Graham og øðrm. Uttan ein pall á altjóða stigi, høvdu hesar konsertir ongantíð verið veruleiki.

Stóri pallur á Vágsbøi skal komandi vikuskiftið hýsa konsertum við eitt nú Cliff Richard, HighasaKite, Hermes House Band, Boyzlife, Kristinu Bærendsen og Signar í Homrum.