Prísurin hækkar á midnátt mánakvøldið

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
PrisurinHaekkar590x324

Prísurin hækkar á midnátt mánakvøldið

Mánakvøldið á midnátt hækkar prísurin á vikuskiftispassum.

Í farnu viku byrjaði forsølan til Summar Festivalin 2015. Í fyrstu syftu vórðu 1500 atgongumerki sett til sølu fyri lægsta prísin, sum er 750 krónur.

Nú eru hesi atgongumerki við at verða seld, og Summar Festivalurin boðar nú frá, at mánakvøldið á midnátt hækkar prísurin.

Tað vil siga, at allan mánadagin afturat ber til at keypa vikuskiftispass fyri 750 krónur!

Á midnátt mánakvøldið hækkar prísurin upp í 850 krónur.

Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni sf.fo og í Telebúðum.