Punjab skal seta lív í tjaldið

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
Punjab590x324

Punjab skal seta lív í tjaldið

Bólkurin við tí fangandi tónleikablandinum spælir á Summar Festivalinum í august.

Punjab hevur seinastu árini sett veruligt lív í føroyskan tónleik. Bólkurin spælir alternativan funk-rock við jazzíblástri og er nakað heilt fyri seg á tónleikapallinum í Føroyum.

Bólkurin var stovnaður í 2012, og í fjør góvu teir fyrstu útgávuna, The Flying Elephant, út. Teir hava eisini gjørt vart við seg við framførslum á størri og smærri tiltøkum og konsertum kring landið.

Framførslurnar hjá Punjab eru lívligar og grundaðar á framúr samanspæl hjá dugnaligum tónleikarum. Teir hava skrivað frálíkar sangir og hava lagt til rættis sera fangandi tónleik.

Nú er tíðin komin, at Punjab vitjar landsins størsta tónleikatiltak, og í august mánaði fer Punjab at seta lív í stóra tjaldið á Summar Festivalinum.