Quarter To Three í tjaldinum

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
QuarterToThree590x324

Quarter To Three í tjaldinum

Klaksvíksbólkurin verður við á landsins størsta tónleikatiltaki.

Bólkurin Quarter To Three spælir lættan popptónleik, har teir eisini blanda aðrar tónleikastílir – eitt nú bossanova – inn í løgini. Fleiri av sangunum hjá teimum hava verið hitt seinastu árini – eitt nú sangirnir Eg Vildi Bara, The Stage, Liv og Lær og Saman Við Tær.

Quarter To Three er mannaður við royndum tónleikarum úr Klaksvík. Petur Hans Niclasen og Magni Husgaard, sum vóru partur av væl umtókta 90’ara bólkinum Aria, spæla saman við Dánjali Kjærbo, Jógvan Fróða Baldvinsson og Jens Paula Joensen.

Nú er greitt, at Quarter To Three fer at spæla í Ver tjaldinum á SummarFestivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.