ROCK ‘N ROLL FRÁ CHASE

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
Chase590x324

ROCK ‘N ROLL FRÁ CHASE

Teir vóru føroyska svarið upp á Def Leppard, Bon Jovi og Motley Crue. Spældu svingandi og melodiøsan rock. Hittaðu við fleiri sjálvskrivaðum rocksangum. Og dugdu framúr væl at spæla og framføra á palli.
Tað eru nú liðin 25 ár, síðani rockbólkurin Chase spældi sínar fyrstu tónar, og í ár ætla teir at halda sítt silvurbrúdleyp við nýggjum sangum og framførslu á eitt nú Summar Festivalinum í august.

Chase gav eina fløgu út fyrst í nítiárunum, og eini fimtan ár seinni góvu teir sína seinnu fløgu út. Í báðum førum var talan um frálíkan rocktónleik, sum varð nógv at hoyra. Sangir sum Fyrstu Ferð, Two Hearts, Sjey Míl Frá Hollywood, Tú og Eg og fleiri.

Herfyri vóru tónleikararnir í Chase aftur í studio og spældu nakrar sangir inn. Hesir sangir verða givnir út talgilt í summar og skulu markera 25 ára hátíðarhaldið hjá bólkinum.

Og hvat er meira upplagt enn, at Chase spælir á landsins størsta tónleikatiltaki. Tá ið bólkurin rundaði 20 ár, hevði Chase framførslu á Summar Festivalinum, og í august fara teir aftur á pallin at framføra sínar gomlu slagarar og nýggju sangir.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.