Rockhetjur syngja slagarar

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
Rockhetjur590x324

Rockhetjur syngja slagarar

Tríggir føroyskir rocksangarar úr trimum tíðarskeiðum í føroyskum tónleiki fara at framføra føroyskar rockslagarar á Summar Festivalinum.

Karl Martin Samuelsen, Edmund Jacobsen og Jens Marni Hansen verða solistar í framførsluni, har útlendskir tónleikarar spæla undir.

Karl Martin Samuelsen er ein av veruligu legendunum í føroyskum rocktónleiki. Hann var á odda fyri bólkinum Hjarnar, sum var slóðbrótandi í føroyskum tónleiki í 70’unum og fyrst í 80’unum. Karl Martin fer at syngja nakrar av bestu sangunum hjá Hjarnum.

Edmund Jacobsen er kendur sum sangari í Chase, sum seint í 80’unum og nakað inn í 90’ini var í front í føroyskum tónleiki. Við melodiøsum rocktónleiki – ofta á føroyskum máli – hava teir skrivað sítt egna kapitul í føroyskari tónleikasøgu.

Jens Marni Hansen hevur sum sangari í bólkum sum Kjølar og All That Rain og sum solistur mynda nýggjari føroyskan rocktónleik. Hansara framúr rockrødd og frálíku sangir gjørdu, at hann fekk heiðurin at hita upp fyri Bon Jovi í Parkini fyri tveimum árum síðani.

Útlendskur tónleikabólkur fer at spæla undir hjá føroysku rockhetjunum, og vit kunnu lova, at nýggju útsetingarnar av sangum sum Fyrstu ferð, So Excited og Misery fara at rocka sum ongantíð fyrr.