Rockhetjur venja við sveittabroti

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
RockhetjurE590x324

Rockhetjur venja við sveittabroti

Bólkurin, sum skal tulka føroysk rockhitt, venur dúgliga til framførsluna á Vágsbøi.

Tríggir føroyskir rocksangarar úr trimum tíðarskeiðum í føroyskum tónleiki fara at framføra føroyskar rockslagarar á Summar Festivalinum.

Rockhetjurnar Karl Martin Samuelsen, Edmund Jacobsen og Jens Marni Hansen verða solistar í framførsluni, har útlendskir tónleikarar spæla undir.

Bólkurin, sum skal tulka føroysku rockhittini, venur dúgliga í venjingarhølum niðri, og haðani verður sagt, at útgávurnar av sangum sum Fyrstu Ferð, Alla Nátt, I Don’t Wanna Wait No More fara at rocka og rulla, sum tær sjáldan hava gjørt.

Tónleikarar úr bólkinum Guns4Sale hava saman við kapelmeistaranum, Edmundi Jacobsen, gjørt nýggju útsetingarnar av sangunum.

Rockhetjur hava seinastu framførsluna á Vágsbøi á ársins Summar Festivali, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.

Rockhetjur590x324

RockhetjurA590x324

RockhetjurB590x324

RockhetjurC590x324

RockhetjurD590x324

RockhetjurF590x324

RockhetjurG590x324