Roxette á Summar Festivalin

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
RoxetteB590x324

Roxette á Summar Festivalin

Svenska heimsnavnið við stóru hittunum spælir á Vágsbøi næsta summar

It Must Have Been Love. The Look. Listen To Your Heart. Sleeping In My Car.Dangerous. Spending My Time. Joyride.

Listin við kendum sangum hjá svenska bólkinum Roxette er langur. 31 hitsinglur um allan heim, fleiri nummar 1 hitt í USA, og umleið 75 milliónir seld eintøk steðfesta bólkin sum eitt av størstu nøvnunum í altjóða popptónleiki í nýggjari tíð.

Næsta ár fer Roxette á heimsturné, og tá leggja tey eisini leiðina til Føroya, her tey spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík.

- Vit hava havt samband við Roxette í nøkur ár, og vit eru ómetaliga glað og eyðmjúk um at kunna avdúka eitt so stórt navn til festivalin næsta summar, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.

- Roxette er ein bólkur, sum riggar ómetaliga væl til Summar Festivalin. Tey hava fleiri heimshitt og eina langa røð av kendum sangum. Hetta er melodiøsur popptónleikur á høgum altjóða stigi, sum fólk í øllum aldri kunnu njóta, sigur hann.

Roxette spælir fríggjakvøldið á Summar Festivalinum 2015.

Í dagbyrjar forsølan til Summar Festivalin. Atgongumerki kunnu keypast áheimasíðuni sf.fo og í Telebúðum.