Selja nú dagbillettir til Cliff Richard

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
CliffRichardA590x324

Selja nú dagbillettir til Cliff Richard

Summar Festivalurin setur nú eitt avmarkað tal av dagsbillettum til sølu.

Summar Festivalurin nærkast í hvørjum, og áhugin fyri landsins størstatónleikatiltaki er sum vant sera stórur.

Í ár hava fyrireikararnir fingið poppikonið Cliff Richard at spæla á festivalinum, og ikki minst er stórur áhugi um hansara framførslu, sum verður hóskvøld á festivalinum.

Seinastu mánaðirnar hava vikuskiftispass til Summar Festivalin verið til sølu, og forsølan hevur gingið sera væl. Nú setur Summar Festivalurin serligar dagsbillettir til sølu.

Dagsbillettir til hóskvøld eru sera nógv eftirspurdar, og tí hevur Summar Festivalurin avgjørt at selja 500 dagsbillettir til hóskvøld í forsølu. Vanliga verða dagsbillettir bert seldar við dyrnar, men festivalurin hevur valt at gera eitt undantak í ár.

Tí verða 500 dagsbillettir til hóskvøld settar til sølu. Sølan av hesum atgongumerkjum byrjar mánakvøldið 18. juli kl. 19.00, og selt verður bert umvegis søluskipanina á heimasíðuni hjá festivalinum, www.sf.fo.

Tá ið tey 500 atgongumerkini eru seld, verður forsølan steðgað, og síðani ber bert til at keypa dagsbillettir við inngongdina til festivalin, og tá verður prísurin nakað hægri, enn hann er í forsøluni.

Dagsbillettir til fríggjakvøld og leygarkvøld verða ikki seldar í forsølu – tær kunnu bert keypast við inngongdina til festivalin.

Dagsbillettir til hóskvøld kunnu keypast her