Á, Signar í Homrum

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
SignarIHomrum590x324

Á, Signar í Homrum

- Móttøkan á Summar Festivalinum í fjør kom óvart á okkum, sigur Signar í Homrum, sum spælir á festivalinum aftur í ár

Ein av teimum heilt stóru konsertunum, sum nakrantíð hava verið á Summar Festivalinum, var framførslan hjá Signari í Homrum og hansara monnum í Flagstjaldinum í fjør. Á onkran hátt gekk løtan upp í eina hægri eind og ein óvanligan felagsskap millum tónleikarar, tónleik og áhoyrarar.

- Summar Festivalurin í fjør var ein heilt serlig uppliving fyri okkum. Eg veit ikki heilt, hvat vit høvdu væntað, men tað, sum hendi, kom óvart á okkum. At tað skuldi blíva ein slíkur fantastiskur stemningur í tjaldinum var ein stór uppliving, sigur Signar í Homrum.

Signar í Homrum hevur síðani Summar Festivalin í fjør av álvara verið millum profilarnar í føroyskum tónleiki, og í august fer hann aftur at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki.

- Vit ivaðust ikki eina løtu, nú vit vórðu spurdir, um vit vildu verða við aftur í ár. Tað er ikki nakar betur pallur í Føroyum enn Summar Festivalurin. Væntandi kunnu vit fáa onkrar nýggjar sangir út áðrenn festivalin, so tað verður eisini spennandi at vita, hvussu móttøkan av teimum verður, sigur Signar í Homrum.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.