Silvaland – frístaður fyri børnini

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
EYJ_3858-0001

Silvaland – frístaður fyri børnini

Eins og undanfarin ár ger Summar Festivalurin nógv burtur úr, at eisini smæstu gestirnir fáa góðar upplivingar.

Silvalandið heldur aftur í ár til í báður ítróttarhallunum í Klaksvík, og nógv verður gjørt burtur úr at skapa ein frístað til børnini at spæla og hugna sær í. Bæði KÍ høllin og Badmintonhøllin verða brúktar til Silvalandið, og tað ber til at gang millum hallirnar undir taki.

Við tónleiki, framførslum, undirhaldi, sangi, skemti, djóragarði, hoppiborgum, teknikróki, teknikapping, matsølu og søgufrásagnum verður Silvalandi í ár einki aftan fyri undanfarin ár. Ein serligur krókur er gjørdur, har børnini kunnu sita og tekna, umframt at ein festivalútgáva av søguni um Kópakonuna og Páll Fanga verða at hoyra.

Silvalandið far sjálvandi eisini vitjan av Silva, og verður hann at síggja hesar tíðir:
Hósdagin kl. 18.30 í Badmintonhøllini
Fríggjadagin: kl. 16.00 við djóragarðin, ið er uttan fyri Norðoya Sparikass
Fríggjadagin kl. 18.00 í Badmintonhøllini
Leygardagin: kl. 16.00 við djóragarðin, ið er uttan fyri Norðoya Sparikassa
Leygardagin kl. 19.00 í Badmintonhøllini

Hugnaligur og góður djóragarðurin er uttan fyri Norðoya Sparikassa, sum saman við borðum, bonkum, hoppiborgum og karusell, og vitjanum av Silva, so avgjørt eisini er eina vitjan verd.

Skráin fyri Silvalandi sæst aðrastaðni her á heimasíðuni.