Sjúrður í 10 ár: Nógvar stjørnuløtur

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
SjurdurSkaale590x324

Sjúrður í 10 ár: Nógvar stjørnuløtur

Í ár hevur Sjúrður Skaale 10 ára jubileum sum frásøgumaður á stóra palli á Summar Festivalinum. Sjúrður hevur hesi árini trygt leitt og presenterað konsertirnar á Vágsbøi, og hann er fúsur til uppgávuna aftur í ár.

- Á stóra palli á Summarfestivalinum verða nógv tær størstu konsertirnar í Føroyum spældar. Og har hava verið bæði stjørnuløtur og vónbrot. Tað hevur verið ein heiður og ein fragd at sleppa at presentera mongu bólkarnar gjøgnum hesi árini, sigur Sjúrður Skaale.

Hann minnist serliga væl, hvussu tað var at presentera heimskenda rockbólkin The Scorpions.

- Eg fór inn á pallin – og bleiv fullkomiliga blástur um koll. Fólk vóru øgiliga spent, og tey høvdu bíðað leingi. At frásøgumaðurin kom inn var sjálvandi tekin um, at konsertin fór at byrja – og tað útloysti eitt brøl, sum bókstaviliga kendist sum ein stormur.

- Ta løtuna – og serliga tá eg hevði sagt tey forloysandi orðini: Mínar damur og harrar: SCORPIONS! – fekk eg eina lítla smakkiroynd av, hvussu tað er at vera rockstjørna: At standa á pallinum frammanfyri túsundtals fólkum, sum øll hava eitt felags ynski; eitt felags mál; ein felags vilja: Tey vilja síggja teg! Hoyra teg! Hava teg! Dyrka teg! Krevja teg! Eg skilji væl, at stjørnurnar vera bundnar av rúsinum, sum tað má geva, sigur Sjúrður Skaale.

Hann heldur, at føroyskir bólkar eitt sindur av órøttum standa í skugganum av útlendsku stjørnunum.

- Meðan onkur av útlendsku stjørnunum ikki hevur livað upp til tað, sum fólk høvdu vónað ella væntað, hava føroysku bólkarnir á stóra palli ongantíð svikið, heldur Sjúrður Skaale.

Hetta vikuskiftið verður Sjúrður Skaale aftur at síggja og hoyra á stóra palli á Summar Festivalinum.