Skorheim: Vælkomin á Summar Festival

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
JogvanSkorheim590x324

Skorheim: Vælkomin á Summar Festival

Sum kommuna eru vit ómetaliga errin av at leggja gras og grús til stórsta tónleikatiltak í Føroyum, og í ár er onki undantak

Hetta vikuskiftið er tað serliga hugaligt at síggja festivalgestir í túsundatali hugna sær til tónleik í heimsflokki, nýta okkara mongu handils- og frítíðartilboð og frammum alt njóta samveruna við hvørjum øðrum.

Býurin og Summarfestivalurin mennast støðugt hvørt ár, og í ár eru fleiri sjónligar broytingar í býnum, sum samstundis eru við til at menna festivalin.

Húsvognabygdin á Sandinum er nú vorðin miðbýarøki í Klaksvík, og Nýggja Biskupstorgið við 30 íbúðum og hølum til annað virksemi er reist. Hetta hevur givið høvi til at flyta húsvognaøkið á Summarfestivalinum út í Klaksvíksgarðin, har festivalgestirnir fáa frálíkar umstøður til húsvognarnar, góðar handilsmøguleikar og samstundis hava góðar gongumøguleikar til sjálvt festivaløkið í miðbýnum.

Harumframt er fríðkanararbeiði farið í gongd við Ósánna, har eitt nú hugnaliga gongugøtan tvørturum Akursmørk kann fríðka og hugna um gangandi ferðsluna ímillum pallarnar á Summarfestivalinum.

Tað er ein sannroynd, at Summarfestivalurin er eitt tónleikatiltak í heimsflokki. Ár eftir ár sleppa vit at hoyra heimshitt á Vágsbøi, og hetta er óivað ein orsøk til, at vit øll somul eru blivin so góð við Summarfestivalin. Lat okkum halda fram við tí og samstundis takka fyriskiparunum fyri tað rimmar arbeiði, tey leggja fyri dagin.

Jógvan Skorheim,
borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu