Skrivaði tað størsta hittið í 9. flokki

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
niclas-heri-0001

Skrivaði tað størsta hittið í 9. flokki

Niclas Heri Jákupsson skrivaði eitt tað størsta popphittið í Føroyum, meðan hann gekk í 9. flokki.

Í kvøld spælir Dynamit aftur á stóra palli á Summar Festivalinum, og er tað nakar føroyskur bólkur, ið hevur megnað at skapt stórar løtur á Vágsbøi, er tað Dynamit.

- Vit eru ótrúliga uppsettir til konsertina í kvøld, og eg má siga fyri meg sjálvan, at eg havi ongantíð áður verið so mentalt klárur til eina framførslu, sum eg eri í dag, sigur Niclas Heri Jákupsson, sum er høvuðsmaður í bólkinum.

Niclas Heri hevur skrivað fleiri av stóru hittunum hjá Dynamit, og fleiri av sangunum vórðu skrivaðir, tá ið hann var tannáringur og gekk í Ósáskúlanum í Klaksvík.

- Fyri nøkrum árum síðani kom ein kvinna til mín við einum gomlum skúlahefti hjá mær, sum hon hevði funnið. Í hetta heftið hevði eg skrivað tekstirnar til eitt nú Grøv nummar 13, Vátur og kaldur drongur og Ólukkudýrið. Á heftinum stóð 9. a, greiðir Niclas Heri frá.

Onkur av hinum sangunum hjá Dynamit skrivaði Niclas Heri longu sum 13 ára gamal.

Tað sermerkta er, at hetta eru nøkur av størstu popphittunum í Føroyum, og ein sangur sum Grøv nummar 13 er blivin ein tann størsti festivalsangurin í Føroyum yvirhøvur – skrivaður av einum kreativi skúladrongi í 9. flokki.

Dynamit fer á pallin við 9 tónleikarum í kvøld. Umframt sangararnar Niclas Hera Jákupsson og Hans Jacob Nystrøm eru vanligu tónleikararnir við í bólkinum. Harafturat verða eisini Pætur við Keldu og Mikkjal Hvannastein gestatónleikarar í kvøld.

Dynamit spælir á Vágsbøi í nátt kl. 02.30.