Slóðbrótandi fólkatónleikur

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
Enekk590x324

Slóðbrótandi fólkatónleikur

Upprunaliga manningin í Enekk savnast til framførslu á Summar Festivalinum í august

Tað var greitt frá fyrstu tónunum, sum fólk hoyrdu frá bólkinum í 1991, at Enekk var nakað heilt serligt.

Bólkurin skapti við grundarlagi í fólkatónleikinum sítt heilt egna ljóð og úttryk. Við Kára Sverrisson sum eyðkendum sangara og oddamanni gjørdist Enekk nakað av tí mest spennandi og nýskapandi, sum var í føroyskum tónleiki í nítiárunum.

Fyrsti sangurin hjá Enekk, sum almenningurin fall fyri, var Eru Vit Til?, sum var á útgávu hjá Amnesty International í 1991. Tvey ár seinni kom fyrsta útgávan hjá Enekk, Andlit Hins Tigandi, og tá løgdust sangir sum Tú Og Eg Og Trøllini, Rakiya, Bautain Á Deyðsheyggi og Morð Í Køkinum afturat.

Enekk var serliga virkin í 90’unum, tá ið teir góvu tríggjar útgávur út, og í 2004 kom tann fjórða. Seinastu árini hevur Enekk ikki verið virkin á sama hátt, men av og á finna teir saman til serstakar framførslur.

Í august leitar tann upprunaliga manningin saman til framførslu á SummarFestivalinum. Kári Sverisson, Agnar Lamhauge, Óli Olsen og Høgni Klakkstein, sum allir vóru við at spæla fyrstu útgávuna inn, verða við á SummarFestivalinum.