Soleiðis er Silvalandið opið

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
SilvalandA2015-590x324

Soleiðis er Silvalandið opið

Í ár heldur Silvalandið til í Badmintonhøllini og er opið allar tríggjar festivaldagarnar.

Opið er soleiðis:
Hósdagin: 15.00-19.00
Fríggjadagin: 13.00-19.00
Leygardagin: 13.00-19.00

Í ár er heitið á tiltakinum í Silvalandi ”Spæl og lær og stuttleika tær”.
Silvaland verður gjørt til eitt spennandi og stuttligt umhvørvi, har børnini saman við sínum vaksnu kunna vitja tær ymsu básarnar, har alt møguligtspennandi verður at hoyra og síggja. Ætlanin er, at familjur kunna koma og hugna sær og slappa av saman við børnunum.
Silvalandið verður skipað øðrvísi í ár. Børnini fara at uppliva seg sjálvan royna seg av við teimum ymsu aktivitetunum, ið verða, og eisini læra ymiskt úr teimum ymsu básunum.
Har verða nógv fitt starvsfólk at hjálpa og spæla við børnini, hugnaligt pyntað, flott ljós og hugnaligur tónleikur – og okkurt leskiligt verður at keypa um búkurin fer at skrambla.
Børnini kunna m.a.royna:
- ”Spælifabrikkin” har millum annað skutarabani til smá børn verður,
- Javnvágsbreyt við ymsum aktivitetum og forðingum, spølum og kappingum.
- Søguteltið, harbørnini kunna koma inn og sita og hoyra nógva góðar og spennandi søgur frá Angelu – søgur, hon sjálv hevur funnið uppá.
- Tekniborð og teknikapping fyri tey, ið dáma væl at tekna.
- Karaoke-kapping – eisini til tey, sum elska at syngja, men ikki tíma at kappast.
- Dukkusjónleikur
- Teaturcafé, har børnini saman við teimum festligu vaksnu starvsfólkunum kunnu royna seg sum sjónleikara
- Lær at dansa linedans við Angelu (vaksin eisini vælkomin við).