Soleiðis fært tú vikuskiftispass fyri lægsta prísin

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
Folk590x324

Soleiðis fært tú vikuskiftispass fyri lægsta prísin

Nú forsølan til Summar Festivalin byrjar, verða fyrstu vikuskiftispassini seld fyri serligan prís – men nøgdin er avmarkað!

Eftir at Summar Festivalurin hevur kunngjørt høvuðsnavnið til festivalin næsta ár, byrjar forsølan av atgongumerkjum til festivalin.

Fyrstu atgongumerkini verða seld fyri 750 krónur, men nøgdin er avmarkað. Bert 1500 vikuskiftispass verða seld fyri hendan prís, so tað ræður um at skunda sær fyri at tryggja sær bíligastu atgongumerkini.

Vikuskiftispass kunnu keypast umvegis heimasíðuna sf.fo og í Telebúðum.