Størsta bóking hjá SF nakrantíð

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
RoxetteA590x324

Størsta bóking hjá SF nakrantíð

Bókingin av Roxette er tann størsta og mest krevjandi hjá Summar Festivalinum nakrantíð

Summar Festivalurin hevur síðani 2004 havt nógvar spennandi gestir á vitjan, og teirra millum hava eisini verið stór altjóða nøvn við krevjandi krøvum um ferðing, uppihald, tøkni og annað. Burtur úr rúgvuni kunnu nevnast Westlife, Scorpions, Ronan Keating og Twisted Sister.

Men bókingin av Roxette setur enn størri krøv til landsins størsta tónleikatiltak.

- Hetta er størsta og mest krevjandi bókingini av einum bólki, sum vit nakrantíð hava gjørt. Krøvini eru stór til tøkni og alt annað, men afturfyri kunnu vit eisini bjóða størstu poppkonsert í Føroyum nakrantíð. Hetta verður nakað, sum fólk ongantíð áður hava upplivað í okkara landi, og sum verður eitt minni fyri lívið, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.

Roxette eru farin undir heimsturné í ár, og næsta ár spæla tey serliga í Europa. Tey ætla ikki at slaka við sínari framførslu í Føroyum og ætla at geva føroyingum sama show, sum tey hava á pallum í Paris, London, Berlin, Prag, Madrid og øllum hinum stórbýunum, tey vitja næsta ár.

Lagt er tí upp til størstu poppkonsert í Føroyum nakrantíð, tá ið Roxette spælir á Summar Festivalinum, ið verður hildin í døgunum frá 6. til 8 august 2015.