Summar Festivalurin steðgar stóra palli

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
BroytingISkra590x324

Summar Festivalurin steðgar stóra palli

Hóttandi illveður av ringari ætt ger, at Summar Festivalurin letur stóra pall aftur. Konsertir verða í Tjaldinum og Badmintonhøllini

Veðurforsøgnirnar fyri kvøldið eru vánaligar, og í Klaksvík er ættin keðilig og liggur beint inn á stóra pall. Roknað verður við vindi og nógvum regni alt kvøld.

Hetta hevur við sær, at fyrireikararnir av Summar Festivalinum hava latið stóra pall á Vágsbøi aftur, og tann minni pallurin á Torginum verður eisini steðgaður.

Konsertir verða í stóra Tjaldinum og í Badmintonhøllini.

Fyrsta konsertin verður kl. 15.00 í Badmitonhøllini, tá ið Kular Røtur og fleiri hava barnakonsert. Klokkan 16.00 verður fyrsta konsertin í Tjaldinum.

Nærri skrá fyri dagin kemur seinni.