Tað verður ein góð konsert líkamikið hvat

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
HallelujaSofus590x324

Tað verður ein góð konsert líkamikið hvat

Halleluja Sofus lovar eina góða framførslu á Summar Festivalinum 2014. Hann skal spæla í Ver-tjaldinum, og hann lovar okkurt yvirraskilsi. Tað er ein maður við góðum sjálvsáliti, ið kemur at vitja Summar Festivalin.

- Eg eri sera spentur til Summar Festivalin og gleði meg at sleppa at uppliva størsta festivalin í Føroyum. Tað, sum eg sjálvsagt gleði meg allarmest til, er at framføra fyri festivalgestunum, sigur Halleluja Sofus.

- Nú var eg á Country og Blues Festivalinum í Sørvági fyrr í summar, og tann konsertin eydnaðist avbera væl, og áhoyrararnir vóru væl nøgdir, fortelur Halleluja Sofus.

Halleluja Sofus er ein kendur maður í Føroyum. Hann hevur havt nógvar snøggar bilar og hevur sjálvur evnað teir til. Hann hevur eisini luttikið í útvarpssending, har hann hevur kjakast um lívsins viðurskifti. Og í gerandisdegnum hevur hann ikki fjalt smádrongin, sum einhvør maður hevur innan í sær.

Halleluja Sofus hevur góðar tónleikarar við sær á pall í Klaksvík leygarkvøldið – millum annað Kim Hansen, Eyðun Johannesen, Jóhan Ziskason og onnur, ið koma at virka við í framførsluni.

- Eg havi eitt breitt úrval av songum, sangir og sjangrur til ein og hvønn. Eg føli meg bara fram, merki stemningin og finni harfrá útav, hvørjar sangir eg velji at syngja. Tað kann ikki kiksa, sigur Sofus flennandi.

Tey, sum koma at lurta, verða ið hvussu er ikki skuffað. Tað lovar Halleluja Sofus.

Bruuuum bruuuum!

- Hvat var hatta?

– Nei hatta var einki, eg eri bara úti í garasjuni og finglist við ein bil, svarar Halleluja Sofus.

Halleluja Sofus er altíð í gongd – og hann brummar á Summar Festivalinum leygarkvøldið kl. 20.00