Terry’sa Saga í Atlantis

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
terry-saga-0001

Terry’sa Saga í Atlantis

Eventmálaráðið hevur í summar bjóðað eitt nýtt event. Talan er um ein klovnaleik. Leikurin eitur SAGA, klóvnurin eitur Terry og evnið er Føroyingasøga. Hvat hendur um ein klóvnur fær til uppgávu at lýsa føroyska samleikan? Vit hava biðið Terry leggja tingini á borðið og guida okkum ígjøgnum okkara egnu søgu. Hvat stendur skrivað millum linjurnar? Hvørjar detaljur hava vit yvirsæð? Og hvørji súmbolir hava vit misskilt? Í stuttum verður føroyski samleikin eltur, snaraður, tugdur og sniffaður í hesum lívsjáttandi flennifesti har eingin sýning er eins og hvør einasta løta óforútsigilig.

Leikurin verður sýndur í Atlantis á Summar Festivalinum:
Hóskvøldið 7/8 kl. 19.00
Fríggjakvøldið 8/8 kl. 19.00
Leygardagin 9/8 kl. 17.00