TJALDING

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

Á Summarfestivalinum ber til at tjalda í hjartanum á sjálvum festivalinum. Grøna økið er skipað sum eitt slag av eini hugnaligari tjaldbygd, har til ber at sova og stuttleika sær saman undir skipaðum umstøðum. Í tjaldbygdini er ein stór tipi, har til ber at keypa góðan mat og okkurt at drekka afturvið og við sjálva inngongdina eru heitir pottar, djúsbarr og mangt annað.

Sjálv tjaldbygdin liggur sum eitt stórt, opið økið við tveimum inngongdum. Tó gongur ein nátúrlig linja tvørtum um økið, og hetta ger tað møguligt at skipa bygdina í tveimum partum; ein sum familjutjalding og ein sum vanlig tjalding.

Umráðandi er tó at leggja sær í geyma, at tað ikki ber til at bíleggja sær ávíst pláss í tjaldbygdini. Tí er tað av stórum týdningi, at tit koma í góðari tíð fyri at fáa plássið, sum tit ynskja tykkum.

Kontaktfólk í tjaldbygdini eru Bárður Juul Arge Jacobsen (tlf. 21 29 21) og RagnhildEllingsgaard (27 06 26). Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við tey bæði, um tit hava ivamál ella spurningar viðvíkjandi tjaldbygdini.

TjaldingarPass590x324

Reglur
- Tað er ikki loyvt at taka glasfløskur við inn á tjaldøkið
- Tað er ikki loyvt at taka drykkivørur út á festivaløkið
- Av trygdarávum ber ikki til at hava gassbluss, bálstað ella opnan eld á økinum
- Tað er ikki loyvt at hava ghettoblastarar og annað, sum spælir harðan tónleik, við inn á økið, tá hetta kann ávirka framførslurnar, sum eru á pallinum beint við tjaldbygdina.
- Vit vænta, at fólk fara væl um og taka atlit til hvønn annan. Høviskur atburður ger alt betri og lættari!

Trýst her fyri at síggja FAQ – Ofta settir spurningar

TjaldingC

TjaldingG

TjaldingJ

TjaldingA

TjaldingD

TjaldingE

TjaldingF

TjaldingB

TjaldingH

TjaldingI

Myndir: Amy Hansen/Kvinna