Toto telist millum størstu rockbólkarnar

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
toto590x324b

Toto telist millum størstu rockbólkarnar

Toto telist millum stóru rockbólkarnar í amerikansku tónleikasøguni.

Bólkurin Toto var stovnaður í Los Angeles í USA seint í 1970’unum, og í 1980’unum taldist Toto millum størstu rockbólkar í heiminum.

Útgávan Toto IV frá 1982 setti veruliga ferð á yrkisleiðina hjá bólkinum, sum hittaði við sangum sum Rosanna, Africa og I Won’t Hold You Back. Árið eftir vann Toto heili 7 Grammy heiðurslønir, og tað var ein staðfesting av høga listarliga og tøkniliga støðinum hjá bólkinum, sum blandaði ymiskar tónleikastílir og fekk alt at ganga upp í hægri eind í stórslignum rockhittum.

Toto lat í 1970’unum sangir sum Hold The Line, I’ll Supply The Love og Georgy Porgy frá sær, og eftir stóra gjøgnumbrotið í 1982 løgdu teir gjøgnum 80’ini og 90’ini nógv hitt afturat rúgvuni – eitt nú sangir sum I’ll Be Over You, Stop Loving You og Pamela.

Sum aðrir av legendarisku rockbólkunum hevur Toto verið ígjøgnum nógv síðani byrjanina. Teir hava skift tónleikarar og havt onkran steðg, men bólkurin hevur yvirlivað øll tíðarrák og allar kreppur og er framvegis virkin og í sera góðum formi. Toto er kent fyri at spæla framúr væl live, og soleiðis er tað framvegis. Tí skulu føroyingar rokna við einari konsert við bólki í toppformi, sum kann spæla ein rockklassikara fyri og annan.

Manningin í Toto er nú Joseph Williams (sang), David Paich (keyboard og sang), Steve Porcaro (keyboard), Steve Lukather (gittar og sang). Saman við teimum spæla fleiri aðrir tónleikarar á konsertunum, sum teir hava kring heimin.

Tónleikurin hjá Toto hevur verið sera væl umtóktur í Føroyum. Føroyingar hava spælt nógvar av sangunum hjá Toto nógv, og tí er tað upplagt, at Toto nú kemur á landsins størsta tónleikatiltak at feira góða sambandið millum Føroyar og tónleikin hjá Toto.