Tungar løtur eru íblástur

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
Rokkvi590x324

Tungar løtur eru íblástur

Bólkurin [rökkvi] hevur framførslu á Summar Festivalinum.
Tónleikur hevur altíð havt nógv at týða fyri [rökkvi]. Hann hevur sungið nógv – bæði í kóri, í bólki og sum einstaklingur. Hann hevur eisini spælt trummur frá tí, at hann var smádrongur.
[rökkvi] er sangskrivari og tekstahøvundur og er á odda fyri bólkin. Hann fór í gongd við projektið saman við Alvini Ellebye Andersen, ið hevur framleitt nýggju útgávuna av sanginum “Where Is The Sun”.
[rökkvi] hevur síðani savnað ein bólk av royndum tónleikarum, og hesir eru Arni Zachariassen á guitar, Leivur Vitalis spælir bass, Hjørtur P. Háberg trummur og Símun Dam spælir tangentar. [rökkvi] er sangari í bólkinum.
Tónleikurin, ið bólkurin spælir, kann bólkast sum electro-rokk/popp. Løgini eru fangandi og tekstirnir bera allir íblástur frá tungu lötunum í lívinum hjá [rökkvi].