Tveir útlendskir bólkar afturat á Vágsbø

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
HighasaKiteA590x324

Tveir útlendskir bólkar afturat á Vágsbø

Nú leggur Summar Festivalurin tveir útlendskar bólkar afturat skránni, har poppikonið Cliff Richard og veitslubólkurin Hermes House Band longu eru kunngjørd sum tvey av høvuðsnøvnunum.

Úr Noregi kemur glóðheiti bólkurin HighasaKite, sum spælir nýskapandi og hugtakandi popptónleik. HighasaKite skal spæla á stóru europeisku festivalunum í summar, og í heyst skulu tey á konsertferð í USA.

- Í fjør bjóðaðu vit okkara gestum Lukas Graham, sum síðani er blivin ein heimsstjørna. Nú kunnu fólk uppliva tað næsta stóra, HighasaKite úr Noregi, siga fyrireikararnir av Summar Festivalinum.

Úr Írlandi kemur nýggi bólkurin Boyzlife, sum er mannaður við Brian McFadden úr Westlife og Keith Duffy úr Boyzone. Teir hava gjørt nýggjan bólk og framføra tað besta hjá dreingjabólkunum Westlife og Boyzone.

Brian McFadden er gamal kenningur hjá Summar Festivalinum, tí í 2005 hevði hann eina framúr konsert á Vágsbøi. McFadden tók festivalin og føroyingar við stormi, og síðani framførsluni hevur hann ynskt at sleppa aftur til Føroya at vitja.

HighasaKite og Boyzlife spæla við fleiri enn 30 øðrum bólkum á SummarFestivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august.