Twisted Sister flúgvandi í Norðoyggjum

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
SONY DSC

Twisted Sister flúgvandi í Norðoyggjum

Tónleikararnir í Twisted Sister hava í dag verið norðan fyri og hugt seg um.

Teir vitjaðu smoltstøð, alibrúk, fiskavirki, bryggjarí, og so vóru teir eisini ein tyrlutúr við tyrluni hjá Atlantsflogi.

Tónleikarar og hjálparfólk fóru á flog úr Klaksvík, sveimaðu yvir býnum og vóru eisini norðanfyri og sóu Føroyar úr hæddini.

Teir í Twisted Sister vóru stórliga hugtiknir av landslagnum, og teir, suj eru uppvaksnir og búgva í New York, hildu fyri, at tað var sum at vitja eina aðra planet.

Twisted Sister spælir á Vágsbøi hóskvøldið.