Twisted Sister á Hellunum

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
twisted-marine-harvest-0001

Twisted Sister á Hellunum

Í dag vitjar Twisted Sister smoltstøð, alibrúk og fiskavirki norðanfyri.

Síðani sunnudagin hava tónleikarar í Twisted Sister og hjálparfólk hjá teimum verið í Føroyum. Eftir konsert í Wien leygardagin flugu tey beint til Føroya, her Twisted Sister spælir hóskvøldið.

Seinastu dagarnar hava teir í Twisted Sister tikið sær av løttum og upplivað ymiskt. Teir hava vitjað í Kirkjubø, hava koyrt á motorsúkklu, hava verið til kaffi hjá fólki í Havn, og í dag eru teir norðanfyri og fáa innlit í okkara høvuðsvinnur – alivinnuna og fiskivinnuna.

Tónleikararnir í Twisted Sister ynsktu sjálvir at síggja alibrúk og fiskavirki, og tað fáa teir høvi til í dag. Fyrrapartin hava teir vitjað smoltstøðina hjá Marine Harvest á Hellunum, og síðani fóru teir at hyggja eftir alibrúkinum á Oyndafirði. Seinni í dag vitja teir eisini fiskavirki í norðanfyri.

Fólk hjá Summar Festivalinum, sum er vertur hjá Twisted Sister, letur heilsa, at lagið á bólkinum er sera gott. Teir eru áhugaðir í føroyskari mentan og føroyskum vinnulívi og eru sera fegnir um at høvi at vitja her í Føroyum.

Twisted Sister spælir á Summar Festivalinum hóskvøldið.