Twisted Sister helt føðingardag í Klaksvík

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
Eddie-Ojede-fod-0001

Twisted Sister helt føðingardag í Klaksvík

Gittarspælarin Eddie Ojeda helt føðingardagin hjá sær í Klaksvík í kvøld.

Eddie Ojede er annar gittarspælarin í rockbólkinum Twisted Sister. Hann er úr New York og býr eisini í stórbýnum. Í dag fylti hann ár, og dagin helt hann við útferð í Føroyum.

Í kvøld tóku tónleikararnir í Twisted Sister sær av løttum í Klaksvík, royndu føroyskan mat og annað, og høvi var eisini at halda føðingardagin hjá Eddie við lágkøku og sangi. Sungið varð fyri honum bæði á enskum og føroyskum.

Mikukvøldið kann Eddie Ojede upplivast á workshop í Atlantis í Klaksvík, har hann og trummuspælarin AJ Pero fara at greiða frá, geva góð ráð og svara spurningum. Workshoppin í Atlantis verður kl. 19.00.

Twisted Sister er høvuðsnavn á Summar Festivalinum hóskvøldið.