Twisted Sister komnir til landið

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
TwistedSisterLendir590x324

Twisted Sister komnir til landið

Seinnapartin lendi amerikanski rockbólkurin Twisted Sister í Vágunum. Hóskvøldið spæla teir á Summar Festivalinum.

Twisted Sister spældu í gjárkvøldið konsert í Wien og ætla sær nú at uppliva Føroyar í nakrar dagar, áðrenn teir skulu spæla á Vágsbøi hóskvøldið.

- Í hesum døgum, har flogferðslan hevur verið óreglulig, er tað fantastiskt at vita, at høvuðsnavnið longu er lent,, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.

- Tað er altíð eitt ynski, at stóru bólkarnir kunnu koma dagin fyri framførsluna, men um teir skulu spæla onkra aðrustaðni dagin fyri, so ber tað jú ikki til, men av tí at Twisted Sister framføra hóskvøld, so bar væl til at fáa teir í góðari tíð. Og tað tekur eina stóra byrðu av herðunum, tí tað kann vera sera tyngjandi, at hugsað um floglíkindi, tá ið man skipar fyri so stórum tiltaki, sigur hann.

Twisted Sister framføra á Summar Festivalinum hóskvøldð kl. 22:30.