Twisted Sister: Takk Føroyar!

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
Summar Festivalur 2014Thursday 07-08-2014Twisted Sister

Twisted Sister: Takk Føroyar!

- Vit høvdu eina fantastiska uppliving í Føroyum og takka fyri ótrúligu móttøkuna, vit fingu, sigur Twisted Sister í eini heilsan.

Í gjárkvøldið spældi amerikanski rockbólkurin Twisted Sister á Vágsbøi. Bólkurin var í stórformi, og konsertin var stórfingin.

Twisted Sister hevur sent føroyingum eina heilsan, eftir at bólkurin hevur hildið til í Føroyum alla vikuna og hevði framførslu á Summar Festivalinum í gjárkvøldið:

”Vit vistu púrt einki um Føroyar, tá vit játtaðu at koma at spæla á Summar Festivalinum. Vit vistu ikki, hvat vit skuldu vænta okkum av Føroyum, men vit eru púra bergtiknir av tykkara vakra landi og blíða fólki. Vit høvdu eina fantastiska uppliving í Føroyum og takka fyri ótrúligu móttøkuna, vit fingu. Vit hava ferðast um allan heimin, men vit hava ongantíð upplivað nakað líknandi, sum vit upplivdu í Føroyum. Takk til øll, sum gjørdu okkara ferð ógloymandi. Takk fyri, at tit vildu hava okkum á vitjan og at spæla fyri tykkum. Tit hava vunnið okkara hjørtu. Vit síggjast!”