Upp á tíðina at eg spæli á Summar Festivalinum

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
Eivør Pálsdóttir

Upp á tíðina at eg spæli á Summar Festivalinum

Eivør Pálsdóttir er kend á føroyska tónleikapallinum, men enn hevur hon fyrstu framførsluna á Summar Festivalinum til góðar. Eivør Pálsdóttir skal fyri fyrstu ferð trína á pall á Summar Festivalinum leygarkvøldið klokkan 19.15.

– Nú er upp á tíðina, at eg spæli á Summar Festivalinum, sigur ein spent Eivør.

Eivør Pálsdóttir hevur fyrr havt smærri konsertir í Klaksvík. Hon hevur havt framførslur í Spaniastovu og í Atlantis, men nú sleppir hon endiliga á Føroya størsta tónleikapall, sum er á Vágsbøi í Klaksvík.

- Eg gleði meg serstakliga nógv, tí eg havi bíðað eftir hesum møguleikanum leingi. Tað hevur verið í kortunum í nógv ár, at eg skal koma norður á Summar Festival, men ikki fyrr enn í ár lá fyri hjá mær at koma, sigur Eivør Pállsdóttir.

Eivør Pálsdóttir er í gongd við eina nýggja fløgu og fer kanska at spæla okkurt nýtt lag til konsertina leygarkvøldið. Hendan nýggja fløgan kemur út fyrst í komandi ári.

- Fløgan verður, ja, vit kunnu siga framhald av seinastu fløguni, Room. Stílskiftið verður ikki tað stóra, men løgini kanska eitt sindur øðrvísi, sjálvsagt. Men tað er ikki talan um eina nýggja sjangru, sigur Eivør.

Til konsertina leygarkvøldið klokkan 19.15 fer Eivør at spæla nógv løg frá Room-fløguni, umframt nøkur kend eldri løg, ið hon eigur nógv av eftir hondini.

Farna fríggjadag var Eivør Pálsdóttir norðuri í Mikladali og framførdi tvey løg í sambandi við avdúkingina av Kópakonuni.

– Tað var eitt satt upplivilsi, sigur hon.

Og mann framførslan á Summar Festivalinum leygarkvøldið ikki fara at verða ein heilt serstøk uppliving fyri bæði hana og áhoyrararnar.