Vestmenn á Vágsbøi

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
Vestmenn590x324

Vestmenn á Vágsbøi

Vestmenn er ein av størstu bólkunum í føroysku tónleikasøguni. Teirra útgávur vóru stórseljarar, og eftir bólkin liggur ein long røð av sangum, sum eru vorðnir fólkaogn hjá føroyingum. Sangir sum Eg siti so eiga, Ró, Tað gongur nokk, Leygarkvøld í Havn og fleiri eru verulig hitt okkara millum.
Bakgrundin hjá Vestmonnum er í Vestmanna, har limirnir í bólkinum kendust úr sama grannalag og vóru vinmenn. Í 1983 gav bólkurin, har Martin Joensen og Ólavur Højgaard vóru oddamenn, sína fyrstu plátu út. Gjøgnum 80’ini komu tvær plátur afturat, og Vestmenn vóru ein risi í føroyska tónleikalandslagnum.

Í nýggjari tíð hevur bólkurin eisini verið virkin við nýggjum tónleiki og framførslum, hóast virksemið langt frá hevur verið tað sama, sum tað var í 80’unum.

Nú koma Vestmenn á Summar Festivalin at spæla á stóra palli, og tað verður við allari teirri gomlu manningini – og við bæði Martin Joensen og Ólavi Højgaard í front.

Lagt er upp til eina stóra løtu á Vágsbøi, tá ið Vestmenn fara at spæla sínar klassikarar av landsins størsta tónleikapalli.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.