Vestmenn: Vit spæla allar landaplágurnar

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
VestmennB590x324

Vestmenn: Vit spæla allar landaplágurnar

– Ætlanin er at spæla allar landaplágurnar til eina felags løtu á Summar Festivalinum, sigur Martin Joensen, sum er ein av oddamonnunum í Vestmonnum

Í september mánaði eru 30 ár, síðani Vestmenn sóu dagsins ljós. Tað eru samstundis 30 ár liðin, síðani plátan hjá teimum, Brot, kom út. Ró, Eg siti so eina, Tá eg droymi, Motormani og ein røð av landaplágum eru komnar síðani.

– Ætlanin er at spæla allar landaplágurnar til eina felags løtu á Summar Festivalinum í ár, sigur ein av oddamonnunum í Vestmonum, Martin Joensen.

Summar Festivalurin fegnast um at hava fingið hendan heiðursgest á festivalin í ár. Vestmenn teljast millum stóru bólkarnar í Føroyum, og tað er hugaligt at sleppa at feira runda dagin saman við teimum.

- Tað eru skjótt tretivu ár síðani at eg, Bogi, Ólavur og Niels funnu saman og løgdu lunnar undir Vestmenn. Nógv vatn er runnið í ánni síðani, og nógv løg eru smíðað síðani tá. Úr rúgvuni hava hitt eisini stungið seg burturúr, fortelur Martin Joensen.

- Vit ætla okkum at gera eina felagsløtu, eina hugnaliga sangløtu á Summar Festivalinum. Løgini av fyrstu plátuni Brot, ið øll so væl kenna, fara at runga í Klaksvík umframt øll hini hittini, ið eru komin millum ár og dag, sigur Martin Joensen.

Vestmenn verða næstan fullmannaðir til Summar Festivalin. Martin, Ólavur og Niels vera við. Óvist er um Bogi verður heima. Vestmenn hava aðrar góðar tónleikarar at taka av, og Ólavur Øster og Rúni Højgaard koma at hjálpa til.

Umframt hesar kringu tónleikararnar framføra Jórun Højgaard og Rúna á Heygum nøkur løg saman við Vestmonnum. So tað er lagt upp til eina sera hugnaliga løtu saman við Vestmonnum á Summar Festivalinum 2014, sum fer at bera brá av føðingardagshugna.