- Vit gleða okkum at spæla á Føroya størsta palli

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
ByrtaB590x324

- Vit gleða okkum at spæla á Føroya størsta palli

Elektropoppbólkurin Byrta hevur verið ein tann best umtókti og best seljandi tónleikabólkurin í Føroyum seinasta árið, og tí er upplagt, at tey í august spæla á Føroya størsta palli – á Summar Festivalinum.

- Vit gleða okkum sera nógv til at sleppa at uppliva Føroya størsta pall, sigur Guðrið Hansdóttir, sum er annar parturin av duoini.

Guðrið Hansdóttir gav sær stundir til eitt prát við Summar Festivalin, hóast hon var ein súkklutúr og fann sær íblástur til nýtt melodiskt tilfar.

Byrta hevur onkrar einstakar framførslur í Føroyum í summar, og í august mánaði verður leiðin løgd til Klaksvíkar, har tey hava framførslu á Vágsbøi.

Hóast Byrta hevur nógv gera, hava tey eisini stundir at smíða nýggj løg.

- Vit arbeiða við fleiri nýggjum singlum, ið fara at koma út soleiðis leypandi gjøgnum árið. Og í november/desember er ætlanin at fara í gongd við nýggju fløguna, sigur Guðrið Hansdóttir.

Byrta gav tíðliga í 2013 sína fyrstu fløgu út og var hon sera væl móttikin. Nógv av løgunum á hesi útgávu verða at hoyra á Vágsbøi í ár og áhoyrararnir kunnu eisini vænta sær at hoyra okkurt nýtt lag hjá Byrta.