Workshop við Twisted Sister

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
AJPero590x324

Workshop við Twisted Sister

Mikukvøldið hava tónleikarar úr amerikanska rockbólkinum Twisted Sister workshop í Atlantis í Klaksvík.

Rockbólkurin Twisted Sister spælir á Summar Festivalinum hóskvøldið. Tónleikarar úr bólkinum eru longu komnir til Føroya, og mikukvøldið hava tveir av tónleikarunum eina kombineraða gittar og trummu workshop í Atlantis í Klaksvík.

Eddie Ojede, sum spælir gittar, og AJ Pero, sum spælir trummur, fara at framføra ymiskt og greiða frá teirra langa lívi í rocktónleiki. Teir geva frálæru, góð ráð og svara spurningum.

Tiltakið verður í Atlantis mikukvøldið kl. 19.00, og tað kostar 100 krónur at verða við. Atgongumerki fáast við dyrnar, áðrenn tiltakið byrjar.