10 nøvn afturat á Summar Festival

SF.FO

Klaksvík 6. - 8. august 2020
Facebook YouTube

10 nøvn afturat á Summar Festival

Summar Festivalurin kunnger í dag 10 bólkar og solistar til ársins festival

Summar Festivalurin leggur í dag 10 solistar og bólkar afturat fjølbroyttu festivalskránni fyri ársins festival.

Nøvnini, sum í dag verða kunngjørd, eru Linda Andrews, Ólavur á Váli, Eyðun Nolsøe, Ingibjørg Hansen, Ingi Poulsen, Jens Marni Hansen, Mark The Messenger, Herborg Torkilsdóttir, Victoria á Lakjuni og Beinir.

Frammanundan er greitt, at útlendsk høvuðsnøvn á Summar Festivalinum verða Rasmus Seebach, Nico & Vinz, Killer Queen og Chris Norman. Harafturat eru fleiri føroyskir bólkar kunngjørdir – eitt nú Marius Ziska, Moirae, Samsint, Dynamit Perlur, Lea Kampmann, Hamradun og Danny & The Veetos.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10 august.