32 konsertir á trimum pallum

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

32 konsertir á trimum pallum

Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygardagin

Ársins Summar Festivalur bjóðar 32 konsertir á trimum pallum í tríggjar dagar. Harafturat verður eisini undirhald og tónleikur at uppliva í Silvalandi og á tjaldplássinum.

Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygardagin. Tríggir pallar eru á sjálvum festivaløkinum – stóri pallur á Vágsbø, Tjaldið og Torgið.

Fyrsta konsertin verður í Tjaldinum hóskvøldið kl. 19.00, tá ið unga songkvinnan Victoria á Lakjuni fær høvi at seta festivalin í gongd. Síðani spæla útlendskir og føroyskir bólkar konsertir av ymiskum slagi á teimum trimum pallunum.

Hesaferð koma sjey artistar úr útlandinum. Tað eru Rasmus Seebach, Nico & Vinz, Chris Norman, Killer Queen, Kongkamerat, Elona Planman og Ola Nordskar. Afturat teimum standa 25 føroyskir bólkar og solistar á skránni – teirra millum eru Marius Ziska, Lea Kampmann, Swangah, Samsint, Hamradun, Magni Christiansen, Herborg Torkilsdóttir og Dynamit Perlur.

Umframt høvuðspallarnar verða eisini framførslur í Silvalandi – eitt nú við Trølla-Pæturi og við yngri sangarum. Og á tjaldplássinum fara plátuvendarar at diska.