Armbond á síni nýggju festivalhúgvu
Ung kvinna í Klaksvík hevur bundið nýggja húgvu við armbondum frá Summar Festivalinum sum pynt.
Karin M. Simonsen í Klaksvík hevur bundið sær eina heldur øðrvísi húgvu.
Hon hevur brúkt armbond frá undanfarnum Summar Festivalunum til at pynta serligu festivalhúgvuna við.
Summar Festivalurin hevur verið hildin í Klaksvík síðani 2004, og gjøgnum árini eru nógv serlig Summar Festival plagg gjørd. Slíka húgvu hava vit tó ikki sæð áður, men kanska hon fer at slóða fyri nýggjum festivalmóta.