Í ár vitjar sjónleikar- og tónleikabólkurin Ævintýraferðin í Silvalandi, sum heldur til í KÍ-høllini og Badmintonhøllini.
Ævintýraferðin er framúr undirhald og tónleikur fyri børn – ja, ivaleyst eisini fyri vaksin. Hvør kennir ikki sangir sum Grækaris Grashøvd og Snedigt?
Dánjal á Neystabø og Búi E. Dam eru høvuðsmenn í Ævintýraferðini, og teir duga serstakliga væl at undirhalda børnunum við við leiki, tónleiki og skemti.