Alan Walker

SF.FO

Klaksvík 6. - 8. august 2020
Facebook YouTube

Alan Walker

Eitt av stóru nøvnunum innan altjóða elektroniskan tónleik kemur á Summar Festivalin í ár.

Norska superstjørnan Alan Walker, sum hevur yvir 15 milliardir ljóð- og videostroymingar av sínum sangum, skal undirhalda á Vágsbø í august.

Alan Walker er heimskendur DJ og verður roknaður upp í heimselituna av teimum, ið framleiða og framføra elektroniskan tónleik. Hansara stóra gjøgnumbrot var risahittið »Faded«, og hann hevur síðan hittað við sangum sum »Alone«, »All Falls Down«, »Darkside«, »The Spectre« og fleiri.

Alan Walker hevur endurblandað tónleik hjá til dømis Bruno Mars, Avicii, Coldplay, Miley Cyrus og fleiri, og hann hevur spælt konsertir saman við eitt nú Justin Bieber, Rihanna og Kygo.

Alan Walker er helst mest dagsaktuella navnið, sum hevur vitjað í Føroyum.